Tað er óhugnaligt at hoyra løgmann og formannin i Javnaðarflokkinum aftur í dag sláa fast, at hann einki vil hava við Fólkaflokkin at gera.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni hjá Fólkaflokkinum, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, enn einaferð gjørdi greitt, at flokkurin hjá honum ikki ætlar í samgongu við Fólkaflokkin eftir komandi løgtingsval.
Les eisini: Javnaðarveljarin skal vita hvat hann fær
Í dagføring á Facebook seinnapartin skrivaði Annika Olsen soleiðis:
- Óhugnaligt at hoyra løgmann okkara og formannin i Javnaðarflokkinum aftur í dag sláa fast, at hann onki vil hava við Fólkaflokkin at gera. At tekna slíkar ræðumyndir av einum bólki av fólki kenna vit alt ov væl frá heimssøgu okkara. Hetta er eitt óhugnaligt og óunniligt rák, ið hevur stungið seg upp í føroyskum politikki. Vit eru eitt lítið land, vit hava skyldu at standa saman til frama fyri felags loysnum fyri land og tjóð. Hetta skylda vit føroya fólki.
Á tíðindafundi í dag, har valskráin hjá Javnaðarflokkinum eisini varð løgd fram, segði Aksel V. Johannesen, at Javnaðarflokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin, men at tey fegin vilja samstarva við Fólkaflokkin í ávísum málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald