2018-08-16 18:17
Mánakvøldið 20. august skipar ÍSF, saman við Antidoping Danmark, fyri einum kunnandi fundi fyri umboðum frá fitness- og venjingarmiðstøðunum í Føroyum. Fundurin verður í ÍSF-húsinum kl 19:00.
Á fundinum fer Antidoping Danmark m.a.
- At leggja fram innihaldið í einari avtalu.
- Hvat fáa venjingarmiðstøðirnar afturfyri, og hvat er teirra leiklutur í strembanini at fyribyrgja doping í fitness-og styrkisveningarumhvørvinum
- Upplýsingar um kostnað fyri eitt samstarv
- Og so verður sjálvsagt svarað uppá spurningar
ÍSF vónar, at so nógv umboð verða at síggja sum til ber.
Tað er umráðandi at síggja týdningin í, at vit øll her í Føroyum eru við til at skapa sunn venjingarumhvørvi við serligum atliti til teir ungu limirnar, sum hava sína dagligu gongd í venjingarmiðstøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald