Apple væntar lægri sølu í fyrsta ársfjórðingi í 2019 enn annars væntað. Tað skriva útlendskir miðar í kvøld, millum annað BBC.
Orsøkin er vantandi eftirspurningur av nýggjastu útgávuni av iPhone, og eisini at felagið merkir lægri eftirspurning á kinesiska marknaðinum, sum er tann triðstørsti hjá Apple.
Talan er framvegis um milliardainntøkur, og sølan tríggjar teir síðstu mánaðirnar í 2018 var 84 milliardir dollarar. Fyri tveimum mánaðum síðani væntaði Apple, at sølan fór at vera millum 89 og 93 milliardir dollarar.
Sambært BBC, er tað framhaldandi handilskríggið millum USA og Kina, sum eisini ger tað trupult fyri Apple.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald