Uttanlands

Arabiskur flokkur stuðul í nýggju stjórnini í Ísrael

Samdir um at støðga 12 ára tíðarskeiðinum við Netanyahu sum stjórnarleiðara

Mansour Abbas, her á fundi við ísreaelska forsetan (Mynd: EPA)

Mansour Abbas, her á fundi við ísreaelska forsetan (Mynd: EPA)

2021-06-03 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

12 ára tíðarskeiðið við Benjamin Netanyahu sum leiðari í ísraelskum politikki er av. Hetta gjørdist greitt, tá leiðarin fyri lítla arabiska-ísraelska flokkin Raam, Mansour Abbas í gjárkvøldið boðaði frá, at hann fer við í samgonguna, sum vil koyra Netanyahu frá valdinum.

Fráfarandi forsetin í Ísrael, Reuven Rivlin, gav Yair Lapid heimild til at royna at skipa eina samgongustjórn, eftir at hetta ikki eydnaðist Benjamin Netanyahu eftir seinasta val, 23. mars.

Men stutt undan, at freistin var úti í gjárkvøldið, boðaði Raam-flokkurin, ið hevur fýra sessir í tjóðartinginum, frá, at hann stuðlar nýggju stjórnini hjá andstøðuleiðaranum Yar Lapid úr miðflokkinum Yesh Atid og høgrapolitikaranum Naftali Bennet.

Raam fær tó ikki nakran ráðharrasess.

Hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at ein arabiskur flokkur stendur sum stuðul hjá sitandi stjórnini í Ísrael. Hetta hendi eisini í 1990, tá stjórnin hjá Yitzhak Rabin eisini fekk slíkan óvæntaðan stuðul.

Í Ísrael er ein fimtingur av fólkinum av palestinskum ella muslimskum uppruna.

New York Times veit at siga, at Raam-flokkurin er farin við í stjórnarsamstarvið við at tryggja arabiska minnilutanum í Ísrael nøkur rættindi. Eitt nú nakrar broytingar í íbúðarlóggávuni, sum møguligir samgongufelagar á ytsta høgraveingi hava verið ímóti.

Nýggja samgongan hevur nú eina freist á eina viku at vera góðkend í tjóðartinginum, Knesset.

Sum skilst verður Naftali Bennet frá høgraflokkinum Yamina forsætisráðharri í fyrstu siftu, men sambært avtaluni skal Yair Lapid taka yvir tá samgonguskeiðið er hálvrunnið, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder