Innanlands

Arbeiða við at projektera tunnlarnar norður um Fjall

Farið verður í gongd at bora, tá Hvalbiartunnilin er boraður í gjøgnum, væntandi komandi ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-20 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiðið við at projektera tunnlarnar norður um Fjall á Borðoynni er farið í gongd og verður væntandi liðugt ein av komandi mánaðunum. So skjótt sum liðugt er at bora Hvalbiartunnilin, verður farið undir at bora norður um Fjall.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, í skrivligum svari til Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi.

Landsstýrismaðurin væntar at Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum einaferð í 2020. Í heyst samtykti løgtingið 21 milliónir í eykajáttan til tess at framskunda verkætlanina við Hvalbiartunnlinum.

Løgtingið kemur saman til fundar klokkan 11 í dag. Einasta mál á skránni er munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólkini.

Hetta er einasti tingfundur, sum, fyribils, er settur á skrá hesa vikuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder