
Vága Kommuna fer undir at útbyggja Skúlan á Giljanesi, og nú er arbeiðið av 2. byggistigi boðið út.
Tað fevnir um tað at byggja nýggj fakhølir til millum annað tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Harumframt verða víðkaðir karmar til heimastovur og felagsøkir skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari.
Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka. Talan er um almenna lisitatión, sambært Løgtingslóg um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016. Lisitatiónin verður fríggjadagin tann 8. oktober 2021, kl 14.00, í býráðsskrivstovuni hjá Vága Kommunu, skrivar vaga.fo, har til ber at lesa meira um útbjóðingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald