Innanlands

Arbeiðið ávirkar miðbýarferðsluna í tveir mánaðir

Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum skal knýtast uppí høvuðsfjarhitaleiðingina. Hetta fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum til fyrst í november

(Mynd: Fjarhitafelagið)

(Mynd: Fjarhitafelagið)

2021-08-29 22:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skjøtil er settur á arbeiðið at knýta fjarhitaleiðingina í Vesturbýnum upp í fjarhitaleiðingina, sum fyri tveimum árum síðani var løgd oman til Finsen. Grevsturin fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum í umleið tveir mánaðir.

Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum verður nú bundin í fjarhitaleiðingina, sum fyri umleið trimum árum síðani var løgd ígjøgnum Gundadal og víðari oman til Finsen. Arbeiðið í miðbýnum fer fram í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu á strekkinum ímillum Tróndargøtu og Dalavegin, og tað ávirkar ferðsluna á teininum millum Steinatún og Dalavegin.

[object Object](Mynd: Fjarhitafelagið)

- Hetta arbeiðið, sum vónandi verður liðugt fyrst í november, er ein liður í at knýta fjarhitan í  Vesturbýnum upp í høvuðsfjarhitaleiðingina, sum gongur av Sundi oman í miðbýin, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, frá.

Í Vesturbýnum eru m.a. Skúlaheimið, Glasir, SEV og nýggju íbúðarbygningarnir á Landavegnum bundin í fjarhitan. Í Gundadali, á Hálsi og í miðbýnum er talan m.a. um Tórsvøll, SMS, Tjaldurs Apotek, Finsen, Hotel Hilton, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og Svimjihøllina, sum hava valt at brúka fjarhita. 

- Tað er altíð eitt umfatandi vegarbeiði, tá vit leggja fjarhitaleiðingar. Slíkt arbeiði ávirkar ferðsluna í stóran mun, men vit royna at gera skjótt av og vóna, at fólk bera yvir við okkum og síggja eitt virði í, at vit grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum meira grøna orku, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder