Innanlands

Arbeiðsloysið minkað niður í 1,8%

495 persónar eru arbeiðsleysir

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-08-29 11:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú heilt nirði á 1,8%, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,8%, samanborið við 2,0% mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 495 persónar í juni í ár, tað eru 165 færri enn sama mánað í fjør.

Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,5% og hjá kvinnum 2,0%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu, Norðstreymi, Norðoyggjum og Sandoyar sýslu við umleið einum  prosenti og tað mesta í Suðuroy við hálvumfimta.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá juni 2017 til juni 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder