Nýggasta uppgerðin hjá Hagstoivu Føroya vísir, at arbeiðsloysið millum kynini ikki minkar javnt. Arbeiðsloysið hjá kvinnunum minkar skjótari enn hjá monnunum.
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 2,0%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,8 niður í 1,5%. Kvinnuarbeiðsloysið er tó framvegis ein fjórðing størri enn hjá monnum.
Javnt lágt arbeiðsloysi í flestu aldursbólkum
Minsta arbeiðsloysið við 1,3% er í aldursbólkinum 45-54 ár og hægst hjá teim 25-34 ára gomlu við 2,2%. Annars er ikki so stórur munur millum arbeiðsbólkarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald