Uttanlands

Aretha Franklin deyð 76 ára gomul

"The Queen of Soul" andaðist í morgun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-16 16:07 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fyri fáum døgum síðani bórust tíðindini um, at drotningin av soul, Aretha Franklin, lá fyri deyðanum, og nú er greitt, at 76 ára gamla sangarindan doyði í morgun í heimi hennara. Tað boðar familjan frá í tíðindaskrivi. 

Sangarindan hevur leingi havt trupulleikar við heilsuni og fekk staðfest krabbamein í 2010.

Aretha Franklin gjørdist heimskend við sangum sum “Respect” og “Say a little prayer”. Í november framførdi Aretha Franklin til Elton John's AIDS Foundation í New York. Tá boðaði hon frá, at tað var hennara síðsta konsert.

Yrkisleiðin hjá Aretha Franklin spennir seg yvir meiri enn seks áratíggju. Hon hevur vunnið 18 Grammy Awards og hevur selt fleiri enn 75 milliónir fløgur. Í 1987 varð hon fyrsta kvinnan, sum fekk heiðurin at verða innlimað í “Rock and Roll Hall of Fame”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder