Í vikuni var Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, saman við danska myndamanninum Claes Bech-Poulsen ein túr í Sandoynni.
Endamálið var at taka myndir til eina nýggja bók um Koks, sum væntandi skal koma út í 2020. Teir nýttu høvið til at vitja á Sandafløtum har nærum endaleysu velturyggirnir nú standa í blóma.
Í gróðrarmiklu sandmoldini er vøkstur, og hóast eplini ikki eru serliga stór enn, kundu matserfrøðingarnir longu nú staðfesta, at smakkurin – aftur í ár – er góður.
Jóannes í Miðstovuni greiddi teimum frá um alt tað, sum tey og Uttastovugarðurin hava vaksandi í økinum av eplum, rótum, gularótum, glaskáli og øðrum.
Eisini varð vitjað í vakstrarhúsinum hjá Veltuni, har tey millum annað dyrka purrur, hvørs blómur Koks brúkar at borðreiða aftur við royktum makreli.
Seinni í summar verður høvi til veruliga at smakka tað, sum veksur burtur úr góðu sandmoldini heima á Sandi.
Í matstovuni Áarstova heima í Havn fara tey at hava eitt serligt temakvøld við summarmati. Kokkarnir ynskja at leita eftir, hvat tað er fyri smakkir, sum føroyingar seta ella hava sett í samband við hásummartíðina. Spyrt tú rundan um teg, so er rættiliga ymist hvussu fólk svara.
Til hetta serliga temakvøldið fara kokkarnir á matstovuni at geva teirra boð uppá eina serføroyska summarmatskrá. Og tá verður borðreitt við nýheystaðum grønmeti heiman av Sandi saman við feskum lambskjøti, reyðsprøku, royktari skinku og turkaðum osti. Talan verður bert um føroyska framleiðslu. Afturat verður eisini møguleiki at smakka eitt nú ein likør úr hvítarót, eitt nýtt summarbryggj, røllikusnaps og mohito við føroyskari myntu.
Claes Bech-Poulsen í purrubeðinum hjá Veltuni á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald