Innanlands

Ásbjørg Hjelm á Logos Hope

Ferðin byrjaði í morgun, og leiðin gongur til Argentina. Hon verður umborð á Logos Hope í tríggjar mánaðir

Ásbjørg Hjelm úr Klaksvík (Mynd: Om.fo)

Ásbjørg Hjelm úr Klaksvík (Mynd: Om.fo)

2019-08-13 23:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ásbjørg Hjelm byrjaði tíðliga í morgun ferð sína úr Klaksvík til Argentina, har hon fer umborð á Logos Hope. Talan er um gomlu Norrønu, sum seinastu nógvu árini hevur virka sum trúboðaraskip.

Ásbjørg verður við á STEP programminum (Short Term mission Exposure Programme) á Logos Hope inntil oktober. Hetta er eitt programm, har luttakararnir búgva og tæna umborð á Logos Hope saman øðrum sum virka umborð í longri tíð, skrivar OM Føroyar á heimasíðuni.

Ásbjørg fer at arbeiða umborð átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna møguliga í køkinum, messuni, við reingerð, ella líknandi. Síðani verður hon eisini við til ymist outreach ein dag um vikuna, skrivar om.fo.

Hesa tíðina, Ásbjørg verður umborð, vitjar skipið havnir í Argentina og í Brasil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder