Mentan

Áskoðarar sleppa til Eurovision

Eurovision Song Contest verður í hollendska býnum Rotterdam í ár, og ætla myndugleikarnir at brúka hendan møguleikan at kanna, hvussu stór tiltøk kunnu fyriskipast á tryggan hátt

Herinni, í Rotterdam Ahoy, fer Eurovision av bakkastokki um fáar vikur (Mynd: EPA)

Herinni, í Rotterdam Ahoy, fer Eurovision av bakkastokki um fáar vikur (Mynd: EPA)

2021-05-01 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast til evropeisku grand prix finalurnar, Eurovision Song Contest, fara av bakkastokki.

Korona forðaði fyri, at Eurovision kundi haldast í fjør, men í ár verður tað aftur á skránni. Holland vann seinastu Eurovision-kappingina í 2019, og verða finalurnar tí í hollendska býnum Rotterdam í ár.

Hóast fyrireikarar áður hava sagt, at tað ikki var trygt at hava áskoðarar til hálvfinalurnar og finaluna, orsakað av koronu, hava hollendsku myndugleikarnir boðað frá, at áskoðarar sleppa til finalurnar, skrivar Ritzau.

Hollendsku myndugleikarnir siga, at ætlanin er at gera sær dælt av hesum møguleikanum at kanna, hvussu stór tiltøk kunnu fyriskipast á tryggan hátt, og tí fara teir at loyva 3.500 áskoðarum til hvørja hálvfinalu og finaluna, um smittustøðan loyvir tí.

Eurovision Song Contest verður í døgunum 18. – 22. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder