2018-12-07 07:33
Wikileaks-stovnarin Julian Assange sleppur úr sendistovuni hjá Ekvador í London, har hann hevur sitið síðani 2012.
Sambært forsetanum í Ekvador, Lenín Moreno, hevur bretska stjórnin vissa um, at Julian Assange sleppur úr sendistovuni, skrivar AP.
Julian Assange er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnu í Svøríki, men fer hann úr sendistovuni, verður hann útflýggjaður til USA, har hann er ákærdur fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl hjá amerikanska statinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald