Uttanlands

Atassut stendur fast um ríkisfelagsskapin

Landsstýrissamráðingarnar í Grønlandi halda fram

Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut (Mynd: EPA)

Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut (Mynd: EPA)

2021-04-15 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinnarin av valinum í Grønlandi í farnu viku, flokkurin IA, heldur fram við samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri, Naalakkersuisut.

Roynt verður at skipa stjórn saman við flokkunum Naleraq og Atassut. Men tað er ríkisfelagsdskapurin, sum skilir partarnar. Bæði IA og Naleraq ynskja at arbeiða fram móti grønlendskum sjálvstýri, meðan Atassut er sambandsflokkur og ynskir at Grønland framhaldandi skal vera partur av ríkisfelagsskapinum.

Kortini er formaðurin í Atassut, Aqqalu C. Jerimiassen, bjartskygdur um at samráðingarnar fara at koma á mál.

- Spurningurin er bara, hvussu nógv vit vilja tað, sigur Aqqalu C. Jerimiassen við grønlendska kringvarpið KNR.

IA fekk 12 av teimum 31 tingsessunum á valinum. Naleraq fekk fýra og Atassut er minsti flokkur á tingi við tveimum tingfólkum.

IA og Naleraq kunnu skipa landsstýri einsamallir, men tað verður við minst møguligum meiriluta, og tí veður roynt at fáa Atassut við í stjórnina eisini. Samráðingarnar við Siumut og Demokratiit, sum fingu ávikavist 10 og 3 tingsessir eru slitnaðar.

Men formaðurin í Atassut sigur, at flokkurin stendur fast við sítt mál um at varðveita ríkisfelagsskapin.

- Vit hava fyrr slakað í hesi støðutakan tá vit hava sitið í landsstýri, og hava eisini verið við til at arbeiða við nýggjari stýrisskipan. Tað hevur kostað fyri flokkin, tí standa við nú fast um hetta kravið, sigur Aqqalu C. Jerimiassen, Atassut-formaður. 

placeholder
placeholder