Innanlands

Atlantic Airways byggir Hilton-hotell í Havn

Nýggja hotellið, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn, verður eitt Hilton Garden Inn hotell

2018-09-27 17:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hilton Garden Inn Faroe Islands verður navnið á nýggja fýra stjørnu hotellinum, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn. Hotellið verður sostatt partur av heimsumfatandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 100 milliónir fólk í sínum kundanetverki, og sum kann draga kundar til Føroyar úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk.

Stjóri á nýggja hotellinum verður Martin Restorff, sum hevur drúgvar royndir frá hotell-virksemi bæði í Føroyum og uttanlands.

- Hilton-navnið gevur okkum atgongd til ein umfatandi og spennandi kundaskara, sum vit kunnu selja til alt árið. Føroyar verða við hesum settar á Hilton-heimskortið og saman við tí marknaðarføring, sum longu er og verður gjørd á ferðavinnuøkinum, er hetta ein framúr góður grundvøllur undir nýggja hotellinum, sigur Martin Restorff, sum í næstum setur seg í stjórasessin á Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Jóhanna á Bergi, Martin Restorff og Niels Mortensen (Mynd: Atlantic Airways)


Hilton-hotellið

Hilton Garden Inn er tann parturin av Hilton-ketuni, ið hóskar seg sera væl til ferðafólk, sum í stóran mun vilja hava virknar frítíðarferðir við náttúruupplivingum. Harumframt hóskar hotellið avbera væl til vinnuferðavinnu økið.

130 stór kømur verða á Hilton Garden Inn Faroe Islands, og tænastur og umstøður liva upp til høga støði hjá altjóða Hilton hotellketuni.

- Vit skulu áhaldandi stremba eftir at geva kundanum tað besta av tí besta, tá talan er um tænastustigið, sigur Martin Restorff.

Hilton Garden Inn Faroe Islands verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum, og tað verður bygt sambært øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum. Hotellið hevur við sær nýggj arbeiðspláss, og talan verður um eitt snøgt og tíðarhóskandi hotell.

Restorff-stjórin

Stjórin á Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur fingist við hotell- og tænastuvirksemi, síðani hann dugdi at ganga. Sigast kann, at Martin Restorff hevur hotell-virksemi í blóðinum. Hann er triðja ættarlið av teimum, sum í síni tíð stovnaðu og róku Hotell Hafnia við Áarvegin í Havn.

- Tú kanst siga, at eg eri vaksin upp á Hafnia, har eg gekk í fótasporunum hjá pápa, pápabeiggja og abba mínum – Johan, MC og Christian-abba. Eg tori at siga, at vit settu altíð kundan í miðdepilin, og hetta ætli eg mær at grunda mítt nýggja starv á, sigur Martin Restorff.

Umframt royndirnar frá hotell-virksemi í Føroyum bæði innan mat, vín og tænastur, hevur Martin Restorff eisini royndir uttanlands frá Radisson SAS Royal í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann eitt stórt netverk innan hotell-vinnuna uttanlands.

Seinastu 10 árini hevur Martin Restorff starvast í Eik Banka og Betri-samstakinum, har hann hevur havt leiðandi starv innan tænastuøkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder