Innanlands

Atlantic Airways søkt um loyvi at flúgva til New York

Atlantsflog váttar, at ætlanin er at gera nakrar túrar á heysti 2019

2018-12-15 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Líkindi eru fyri, at tað skjótt fer at vera møguligt at seta seg í flúgvaran í Vágum, og nakrar tímar seinni standa á Times Square í New York.

Í øllum førum hevur Atlantic Airways søkt flogferðslumyndugleikar í USA um loyvi at flúgva til New York frá næsta ár.

Tað skrivar flogferðslumiðilin Aviator í dag, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, váttar søguna fyri jn.fo í kvøld.

- Ja, vit hava júst søkt um loyvi, og bíða nú eftir svari. Vit hugsa um at gera nakrar fáar beinleiðis túrar á heysti 2019, sigur Jóhanna á Bergi við jn.fo.

Atlantic Airways kunngjørdi í vikuni, at føroyska flogfelagið frá 1. juli flýgur beinleiðis til franska høvuðsstaðin París.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder