Ein harður jarðskjálvti nærhendis Ný Kaledonia eystan fyri Avstralia tíðliga í morgun okkara tíð hevur skapt ótta fyri vandamiklum flóðaldum í økinum.
Soleiðis ljóðar ávaringin frá amerikanska flóðaldustøðini Pacific Tsunami Warning Center, PTWC, á Hawaii.
Vandi er fyri flóðaldum upp til 1.000 kilometrar frá miðdeplinum av skjálvtanum, sum var nærhendis Vanuatu og Ný Kaledonia, ljóðar ávaringin.
Skjálvtin varð mettur at hava eina styrki á 7,6. PTWC roknar við, at flóðaldurnar kunnu vera millum ein og tríggjar metrar høgar, tá tær raka Ný Kaledonia og Vanuatu, og millum 30 sentimetrar og ein metur, tá tær raka Fiji oyggjar. Tá tær koma til avstralsku eysturstrondina eru tær neyvan meira enn 30 sentimetrar.
Fyrstu mátingarnar vístu aldur á 72 sentimetrar á oynni Tanna í Vanuatu, skrivar dr.dk.
Ný Kaledonia er franskt hjáland, umfatandi fleiri oyggjar í útsynningspartinum av Kyrrahavi. Vanuatu er eitt sjálvsgøðugt oyggjaríki við umleið 280.000 íbúgvum. Enn er ikki frætt um oyðileggingar av sjálvum jarðskjálvtanum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald