2020-01-03 07:48
Í gjár avlýsti Teistin, sum siglir millum Gomlurætt og Skopun, seinastu túrarnar orsakað av veðrinum, og í morgun boðar Strandferðslan frá, at Teistin enn ikki siglir fyribils.
Eisini boðar Strandferðslan frá, at leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, ikki koyrir fyribils.
Dagføring kl. 8.56: Strandferðslan boðar nú frá, at Teistin byrjar at sigla aftur av Gomlurætt klokkan 11.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald