India er í løtuni hart rakt av aðru koronubylgju, og tað hevur fingið fleiri lond, harímillum Avstralia, at seta í verk avmarkingar fyri ferðandi úr India.
Mánadagin verður forboðið í Avstralia hert. Tá kann mann vænta sær bót og upp í fimm ára fongsulsrevsing, um mann ferðast til Avstralia úr India.
Ferðabannið verður hert, eftir at fleiri ferðandi hava gjørt sær dælt av einum holi í reglunum fyri at ferðast til Avstralia úr India, skrivar Ritzau.
Les eisini: India: Fleiri enn 400.000 nýggir tilburðir í eitt samdøgur
Avstralski heilsumálaráðharrin, Greg Hunt sigur, at tað ikki er nøkur løtt avgerð hjá stjórnini at taka.
Tó er tað avgerandi fyri, at avstralska fólkaheilsan og sóttarhaldsskipanin verður vard, og at talið á smittutilburðum millum tey, sum sita í sóttarhaldi verður verandi á einum støðu, sum er til at handfara, sigur hann.
Í Avstralia er krav, at øll, sum ferðast inn í landið, skulu í 14 dagar sóttarhald á einum gistingarhúsi, og tað er nakað, tey sjálvi skulu gjalda fyri. Avstralsku landamørkini hava verið stongd seinasta árið fyri øll onnur enn avstralskar ríkisborgarar, tó við fáum undantøkum.
Men forkvinnan í avstralska mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch finst at avgerðini hjá stjórnini um at seta í verk fongsulsrevsing fyri tey, sum koma úr India.
Stjórnin átti heldur funnið ein annantryggan hátt at fáa avstralskar ríkisborgarar heim úr India í staðin fyri at leggja dent á bøtur og fongsulsrevsing, heldur hon.
Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison sigur, at leiguflogfør við strandaðum borgarum ikki sleppa at lenda í Avstralia.
Í Avstralia búgva gott 25 mió. fólk, og síðan farsóttin breyt út, hevur Avstralia skrásett færri enn 30.000 smittutilburðir og 910 andlát í sambandi við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald