Avstralia ætlar at seta eina nýggja deild á stovn, sum skal hava eftirlit við Facebook og Google.
Hendan nýggja deildin skal m.a. kanna algoritmurnar hjá fyritøkunum, sum avgera, hvørjar lýsingar brúkarin sær.
Hesum boðar avstralski fíggjarmálaráðharrin, Josh Frydenberg, frá, sambært Politiken.
- Hesar fyritøkurnar eru millum tær mest valdmiklu og ríkastu í heiminum. Tey skulu taka ábyrgd fyri sínar gerðir og tey skulu vera meira gjøgnumskygd.
Tað segði Frydenberg í sambandi við, at ein frágreiðing frá avstralska kappingar- og brúkaranevndini (ACCC) varð almannakunngjørd
Nýggja deildin fer at virka undir ACCC. Á Deildini fara tey at taka ímóti fyrispurningum frá fyritøkum, sum halda, at Facebook ella Google hava misnýtt teirra algortimur.
Hetta kemur, eftir at Facebook hevur fingið eina bót á 5 mia. dollarar, ið svarar til 33 mia. í okkara krónum. Bótina hevur Facebook fingið fyri ikki at upplýsa brúkarar um, at tey hava brúkt upplýsingarnar hjá teimum.
Hetta er størsta bótin, sum amerikanska brúkara- og kappingarráðið, Federal Trade Comission (FTC), nakrantíð hevur givið eina kt-fyritøku.
Kanningin av Facebook byrjaði í 2018, eftir at tað kom fram, at bretska fyritøkan Cambridge Analytica hevði innsavnað persónsupplýsingar hjá milliónum av Facebook-brúkarum síðan 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald