Uttanlands

Avstralia: Koalabjørnin nú skrásett millum hótt djórasløg

Orsøkin er m.a., at livistøðini hjá koalabjørnini eru minkað orsakað av turki og umfatandi skógareldum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-14 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avstralia hevur nú koyrt koalabjørnina á listan yvir hótt djórasløg.

Orsøkin er m.a., at livistøðini hjá koalabjørnini, sum m.a. livir av bløðum frá evkalyptustrænum, eru minkað orsakað av umfatandi skógareldum og turki.

Longu í 2019 varð boðað frá, at koalabjørnin var funktionelt útdeyð, av tí at stovnurin var blivin so lítil, at hann ikki longur spældi nakran avgerandi leiklut í vistskipanini og ikki longur var liviførur.

Ein kanning, sum varð gjørd í avstralska statinum New South Wales í fjør vísti, at uml. 5000 koalabjarnir doyðu í náttúrueldunum um ársskiftið 2019/2020, og at uml. 24 prosent av livistøðunum hjá koalastovninum vórðu partvíst ella heilt oyðiløgd.

Koalabjarnir finnast eisini í statunum South Australia og Victoria, men stovnurin minkar um alt landið, og kanningin vísti eisini, at koalabjørnin fer at vera útdeyð í 2050, um okkurt ikki verður gjørt skjótt.

Myndugleikarnir í Avstralia hava verið lagdir undir at gera ov lítið fyri at bjarga koalastovninum, men málið hevur nú fingið hægri raðfesting, eftir at koalabjørnin er skrásett sum eitt hótt djóraslag, sigur Sussan Ley, avstralskur umhvørvismálaráðharri, sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder