Uttanlands

Avstralia viðurkennir Vesturjerusalem sum høvuðsstað Ísraels

Forsætisráðharrin fer ikki at flyta sendistovuna beinanveg

Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia

Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia

2018-12-15 14:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia, sigur nú, at hansara stjórn viðurkennir Vesturjerusalem sum høvuðsstað Ísraels. Tó eru enn ongar ætlanir um at flyta avstralsku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv til Vesturjerusalem.

Seinastu mánaðirnar hava verða nógvar gitingar um hvørt Avstralia fór at broyta sína almenna hugsan um Vesturjerusalem.

- Avstralska stjórnin hevur avgjørt, at Avstralia nú viðurkennir Vesturjerusalem, har Knesset og fleiri aðrir stovnar hjá stjórnini liggja, sum høvuðsstað Ísraels, sigur Morrison.

Ongar ætlanir eru um at flyta sendistovuna frá Tel Aviv til Vesturjerusalem, fyrrenn ein friðaravtala er gjørd, sigur forsætisráðharrin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder