Innanlands

Avtala gjørd við ES um tosk á Flemish Cap

Føroyar hava fingið 450 tons av toski at fiska á Flemish Cap í 2018

2018-08-10 12:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyar hava í serstakari avtalu við ES fyri 2018 fingið 450 tons av toski at fiska á Flemish Cap í 2018. Talan er um kvotu, sum er fingin til vega í eini býtisavtalu, har Føroyar hava latið ES føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Hetta skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni í dag.

Føroyska kvotan í Suðurkyrrahavinum hevur i fleiri ár ligið ónýtt. Talan hevur eisini verið um eina lítla kvotanøgd sæð í mun til tær nøgdir, sum vórðu fiskaðar, tá føroyski fiskiskapurin tók seg upp í økinum í 2007.

Umráðandi er at tryggja, at kvotan verður fiskað, umframt at tryggja, at Føroyar fáa ágóða av kvotuni á annan hátt, verður hon ikki fiskað av føroyskum skipum. Seinastu tvey árini hava Føroyar tí latið ES føroysku kvotuna fyri at tryggja gagnnýtslu av kvotuni, og við tí endamáli at samla saman føroyska kvotu.

Hóast hesar royndir tykjast fleiri avbjóðingar vera at fáa kvotuna gagnnýtta við skipi undir føroyskum flaggi í 2018. Niðurstøða er tí gjørd um at gera eitt býti við ES, har føroyska kvotan av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum í 2018 verður flutt ES afturfyri, at ES flytur Føroyum toskakvotu á Flemish Cap.

Talan er í báðum førum um kvotur í altjóða sjógvi. Býtið er fingið í lag, tí økisbundnu fiskiveiðifelagsskapirnir SPRFMO og NAFO loyva limalondunum at flyta kvotur sínámillum í einum fiskiári.

Avtalan við ES fevnir um 450 tons av toski í 2018 og 450 tons av toski í 2019.  

Lagt er upp til, at tey 450 tonsini í 2018 verða latin sum felagskvota til teir rættindahavarar, sum eftir gomlu lógini høvdu veiðiloyvi eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Kunngerð hesum viðvíkjandi er send til hoyringar í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder