Innanlands

B36-ballónirnar í Norra er plastdálking

Sjúrður Skaale heldur at slíkur siður eigur at steðga

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-28 09:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunnudagin varð skrivað dúgliga í føroysku miðlunum, um eitt B36-ballóntyssi, sum varð endaði í Norra.

Í samband við steypafinaluna hjá monnum leygardagin vóru nøkur av hesum ballóntyssi slept upp í luftina, og dagin eftir kom mynd úr Norra, har eina ballóntyssi var funnið.

- Søgan um B36-ballónirnar, sum endaðu í Norra, er stuttligt. Men siðurin at sleppa nógvum ballónum upp í luftina tá stór tiltøk byrja, má steðga, skrivar Sjúrður Skaale á Facebook.

Sjúrður Skaale minnir á, at ballónirnar altso ikki hvørva, tá tær eru farnar úr eygsjón.

- Tær allar flestu bresta, áðrenn tær koma til nakað annað land og verða tiknar upp. Tær enda á sjónum - ikki óofta sum føði hjá fiski, fugli ella hvali. Og verða tær ikki etnar, dálka tær hav og strendur, sigur fólkatingslimurin.

Sjúrður Skaale vísir á at hesin siður er bannaður í nógvum londum, og hóast at eitt tílíkt lógarbann ikki átti at verið neyðugt hjá okkum, sum liva av havinum, so eiga vit øll at hugsa okkum um – og ikki endurtikið tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder