2022-11-30 18:51
Komandi mikukvøld, 7. desember, verður aftur møguleiki at uppliva “Bach í Kertuljósi” í Kirkjubø.
Hesaferð verða tvær av okkara bestu kvinnuligu solistum við umframt úrvalstónleikarar ur Aldubáruni.
Konsertin í aldargomlu Ólavskirkjuni byrjar klokkan 19, kirkjan tekur umleið 120 fólk, so gott er at verða í góðari tíð, siga fyrireikararnir. Orkestrið byrjar umleið 18.40 at spæla hugnaligar Bach korallir sum upptakt til sjálva konsertina.
Eftir konsertina, sum varir ein tíma, verður sum vant hugnalig móttøka i roykstovuni. Konsert og móttøka er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald