Uttanlands

Zelenskyj vitjar í Danmark í dag

Á skránni eru tingingar um stuðul til Ukraina og frið í Evropa.

Nógv løgreglufólk eru til staðar í Keypmannahavn í dag - serliga nærhendis Christiansborg og uttanríkisráðið (Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix)

Nógv løgreglufólk eru til staðar í Keypmannahavn í dag - serliga nærhendis Christiansborg og uttanríkisráðið (Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix)

2026-11-10 09:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjar í Danmark í dag fyri at tosa við norðurlendskar stjórnarleiðarar. Tað boðar danska forsætisráðið frá í tíðindaskrivi.

Tey skulu eitt nú tingast um stuðulin til Ukraina og trygdina í Evropa.

Ukraina hevur bráðfeingis tørv á loftverju og vernd móti orkukervinum – hetta verður eisini á dagsskránni í dag.

- Ukrainska stríðið fyri fræli heldur áfram. Teirra óvatiliga dirvi og styrki er eitt ljós í eini álvarsligari og ótryggari tíð, sigur Mette Frederiksen, statsministari, í tíðindaskrivinum.

- Samstundis er russiski óndskapurin endaleysur. Skjótt fimm ár eftir innrásina heldur bumbingin, vend mótum sivilum og neyðhjálparstøðum fram og móti vatn- og varmaverkum. Tí skulu vit halda við, sigur hon.

Tað er nú eitt gott ár síðan Volodymyr Zelenskyj vitjaði í Danmark seinast. Hetta er hansara fimta vitjan síðan 2023. 

Vitjanin hjá ukrainska forsetanum er samstundis sum friðarsamráðingarnar í Abu Dhabi í Sameindu arabisku Emiratríkjunum byrja.

Samráðingarfólkini hjá Ukraina skulu hitta umboð úr Evropa og Nato umframt serligu sendifólkini hjá USA, Steve Winkoff og Jared Kushner, áðrenn sjálvar samráðingarnar millum Ukraina, Russland og USA byrja.

Tað skrivar ukrainski samráðingarleiðarin, Rustem Umerov á Telegram, sambært Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder