Bakkafrost hevur síðani 2013, tá fyrsta fimm ára íløguætlanin varð løgd fram, gjørt íløgur í alla virðisketuna fyri at brynja seg til framtíðina. Seinasta dagføringin av íløguætlanini var í juni 2016, tá íløgur fyri tíðarskeiðið frá 2016 til 2020 vórðu kunngjørdar. Samlaðu íløgurnar vóru 2,2 milliardir.
Bakkafrost hevur dagført íløguætlanina og hevur júst kunngjørt nýggju íløguætlanina fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022. Nýggja íløguætlanin byggir á somu strategi, sum var løgd fram í íløguætlanini frá juni 2016, men hevur eisini nýggj strategisk átøk, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.
Ætlaða íløguætlanin fyri 2018 til 2022 ljóðar á 3 milliardir krónur yvir 5 ár. Endamálið við íløguætlanini er at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur.
Næstu fimm árini fer Bakkafrost at brúka áleið 425 milliónir krónur í virksemi á Havsbrún til at økja fóður kapacitetin. Íløgur verða eisini gjørdar til at økja um kapacitetin at framleiða fiskamjøl og -lýsi, sum skal stuðla undir einum høgum marinum innihaldi í fóðrinum.
Bakkafrost hevur tikið ábyrgd av føroyska lívfiskaverkætlanini og fær genomu rættindini í 2021. Í nýggju íløguætlanini væntar Bakkafrost at gera íløgu í eina nýggja lívfiskastøð fyri áleið 200 milliónir krónur.
Íløgurnar í sjógvaling næstu fimm árini verða áleið 1,3 milliardir krónur. Íløgur í nýggj aliøki í Suðuroy fara, saman við stórsmolt strategi’ini, at økja um kapasitetin við 10 túsund tonsum. Aliøkið A-17/18 Hovsfjørður er byrjað virksemi og A-23 Hvalbiarfjørður byrjar væntandi virksemi fyrra hálvár 2019. Íløgur fara eisini at verða gjørdar til flutning av fiski og útvaldar menningarverkætlanir, sum skulu skapa vøkstur aftaná verandi tíðarskeið.
Bakkafrost hevur, sum partur av “Sunt lív 2020” ætlanini hjá Bakkafrost, eisini avgjørt at byggja eitt biogasanlegg.
Bakkafrost heldur fram við verandi smolt verkætlanunum og fer at sjóseta nýggjar verkætlanir, sum skulu stuðla undir stórsmolta strategiina til nýggju aliøkini. Byggingin av einari nýggjari smoltstøð í Suðuroy til framleiðslu av stórsmolti byrjar væntandi tíðliga í 2019. Íløgurnar hjá Bakkafrost í smoltstøðir komandi fimm árini verða áleið 1 milliard krónur.
Bakkafrost hevur nýliga gjørt íløgu í eitt nýtt liðugvøruframleiðsluvirki á Glyvrum. Íløgur í liðugvøruframleiðsluna komandi fimm árini fara at vera áleið 85 milliónir krónur.
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost, sigur felagið. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og nýggja avtalan um fígging frá banka, sum varð undirskrivað í fyrsta ársfjórðingi 2018, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald