Innanlands

Bakkafrost í trý ára samstarv við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum

Talan er um trý ára íløguætlan á 10 milliónir DDK í “Sunt Lív"

2018-08-31 11:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bakkafrost hevur kunngjørt eina trý ára íløguætlan á 10 milliónir DDK í grunn okkara “Sunt Lív”. Hetta er ein av fleiri íløgum, sum Bakkafrost ger fyri at røkka sínum visiónum um burðardygd. Okkara visión verður gjørd ítøkilig við at  gera tað gjørligt hjá milliónum av fólki kring allan heimin at fáa eitt sunt lív, tí vit framleiða sunnan og heilsugóðan laks í heimsflokki, sum er virkaður á ein ábyrgdarfullan hátt.

Tað, sum er kunngjørt í dag, nú tað í ár eru 50 ár liðin síðani Bakkafrost varð stovnað, fevnir um stuðul á 2,1 milliónir DKK og avtalu um eitt trý ára samstarv við Fróðskaparsetur Føroya. Samstarvið skal styrkja náttúruvísindaligu granskingina á Fróðskaparsetrinum og hevur til endamáls at finna loysnir á teimum avbjóðingum, sum alivinnan kring allan heimin hevur.

Samstarvið við Fróðskaparsetrið hevur til endamáls at økja kunnleikan um, hvørja ávirkan aling hevur á umhvørvið, og hvørja ávirkan møguligar veðurlagsbroytingar hava á aling í Føroyum. Harumframt fara fiskaheilsa, fiskavælferð og lívfrøðilig trygd eisini at verða fevnd av granskingini.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, sigur soleiðis: ”Stuðulin fer at gera Fróðskaparsetrið ført fyri at menna vitanina á økinum og gera tað áhugavert hjá øðrum pørtum at stuðla gransking á Fróðskaparsetrinum. Hetta fer somuleiðis at leggja lunnar undir at alivinnan fær atgongd til vælútbúgvin starvsfólk , sum fer at hava jaliga langtíðarávirkan á vinnuna.”

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost sigur soleiðis: “Grunnurin “Sunt Lív” er ein liður í okkara ætlan um at vísa á okkara fíggjarligu, sosialu og umhvørvisligu ábyrgd. Samstundis er hetta ein partur av einum størri átaki, har vinnan økir burðardygdina ígjøgnum ábyrgdafullar framleiðsluhættir. Hetta er avgerandi um vit skulu kunna nøkta tann vaksandi eftirspurningin eftir proteinum. Vit eru ovurfegin at fáa møguleika at samstarva við Fróðskaparsetrið, har vit saman styrkja føroysku alivinnuna, og vit vóna, at hetta samstarvið fer at vara leingi.”

Fyrr í ár kunngjørdu vit okkara ætlanir um at byggja tað fyrsta biogassverkið í Føroyum. Verkið fer at hava orkuføri til at handfara alt burturkast frá laksi og tøðum frá føroyska landbúnaðinum. Biogassverkið fer at minka  árliga COútlátið við uml. 11.000 tonsum og útvega varandi orku til netið hjá SEV.

Meira kunning um ætlaninar hjá Bakkafrost um burðardygd eru at finna í frágreiðingini um burðardygd – Sunt Lív.  

- Bakkafrost

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder