2018-09-06 11:47
Ein vatnroynd í gjár staðfesti, at bakteriur eru í drekkivatninum í Kaldbak. Mælt verður tí í fyrstu atløgu til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, hetta til nærri boð verða givin, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Vatnroyndin í gjár staðfesti eina e-coli bakteriu pr. 100 ml av vatni. Tá so er, verður kókitilmæli lýst í fjølmiðlunum. Umsýn verður tikið í dag, og úrslitið fyriliggur í morgin, sigur Viggo Christiansen, stovnsleiðari á Vatn & gøtuljósdeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald