Fyrsta konsertin á Vágsbøi á fimtanda Summarfestivalinum er júst av. Danski poppbólkurin Aqua leikaði í á stóra pallinum í ein góðan tíma við øllum sínum kendu hittum, men eisini minni kendum.
Stóra fjøldin á Vágsbøi hevði eina løtu um at koma fyri seg, og tí var ikki so nógv lív í teir fyrstu sangirnar. Hóast konsertdagar í Havnini hava roynt at vant fólk við at koma tíðliga til konsertir, so kann tað vera, at hetta ikki er komið til Klaksvíkar enn.
Men lív so kom í, og tað av sonnum eisini. Barbie Girl, Docter Jones, Cartoon Heroes og so framvegis. Hittini manglaðu ikki, og fá mundu ikki - um ikki annað - murra við tá Lene Nystrøm og René Dif sungu Barbie Girl.
Hesi bæði oddafiskarnir í bólkinum, sum heldur ikki eru unglingar longur leikaðu í á pallinum. Tað sást ikki at Lene Nystrøm er 44 ár, og at René Dif er 50 ár.
Síðstnevndi royndi seg eisini á føroyskum. Hann hevur verið í Føroyum tólv ferðir, og hevur tí lært seg nakrar føroyskar setningar.
“Góðan dag” og “stórar boppir” rópti hann út til fjøldina skemtiliga.
Væleydnað konsert, og tað hildu tey helst eisini sjálvi. Hetta var endakonsertin av konsertferðini í danska kongaríkinum, og nu liggur leiðin móti Hollandi og Kanada.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald