Í gjár spældi bólkurin Uriah Heep í Høllini á Hálsi, og í hesum sambandi vóru eisini nógv fólk í býnum í nátt.
Men klokkan hálvgum tvey í nátt varð ringt eftir løgregluni, tí ein av konsertgestunum noktaði at fara úr høllini, tá tiltakið endaði klokkan eitt.
Løgreglan sendi fólk á staðið, ið royndu at tosa við mannin, ið var rættiliga fullur, men tað endaði við, at løgreglan mátti taka hann við oman á politistøðina at sova rúsin av sær.
Klokkan tvey varð aftur ringt eftir løgregluni úr Havn, tí at tveir mans vóru farnir til hendurs. Tann eini maðurin mátti á landssjúkrahúsið við brotnari nøs, og hin maðurin rýmdi av staðnum.
Sambært vakthavandi á politistøðini hava tey kannað málið, og tey vita nú hvør hin maðurin er.
Í nátt millum klokkan trý og fýra fór ein brandalarmur eisini ígongd í einum tekniskum bygningi hjá Føroya Tele í Eysturoynni.
Sløkkiliðið hevur verið á staðnum, og Føroya Tele kannar nú málið. Helst hevur talan verið um skammlop, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald