Á tingfundi í gjár 10. september 2018 boðaði formaðurin frá skrivligum fyrispurningi frá formanninum í Sambandsflokkinum, Bárður S. Nielsen.
Bárður S. Nielsen vil gjarna fáa at vita frá Ríkisumboðnum, um tað eru nakrar tøkniligar ella løgfrøðiligar forðingar fyri, at føroyingar, frá føðing, fáa eitt danskt CPR-nummar afturat tí føroyska p-talinum.
- Frá tí føroyska sjúkrahúsverkinum eru vit vitandi um, at donsku sjúkrahússkipanirnar, sum vit eru knýtt at, brúka donsk CPR-nummur. Hetta hevur við sær trupulleikar í mun til upplýsingar og viðgerð av føroyskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum, viðmerkir Bárður S. Nielsen.
. Tá føroyska sjúkrahúsverkið hevur eitt sera umfatandi samstarv við donsk sjúkrahús, er hetta ikki nøktandi og skapar ein ótryggleika. Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald