
Síðsta vikuskifti var tað bilafestivalur á stadionøkinum á Svangaskarði. Annað vikuskiftið, leygardagin 1. mai, er tað bátafestivalur á kajøkinum.
Tað hendir nakað á Toftum í løtuni.
Bilafestivalurin var eitt nýtt tiltak, men bátafestivalurin, sum verður hildin 1. mai, er eitt tiltak, sum hevur verið hildið í fleiri ár eftirhondini.
Drúgv skrá er gjørd til bátatreffið hesaferð.
Sum vant byrjar festivalurin við, at bátar nakað undan middegi hittast innast í Skálafirði. Haðani verður so siglt út á Toftir, har Nes sóknar Hornorkestur um hálvgun eitt tíðina ger seg til reiðar at spæla fyri bátunum við bátahylin í Oyrunum.
Á havnarlagnum verður síðan ymist undirhald. Møguligt er at fáa andlitsmáling, har verður kaffi og tombola og hoppiborgir, og kl. 13.30 fer Súni í Hjøllum, borgarstjóri, at seta festivalin.
Tónleikur er eisini á skránni. Harmonikur fara at ljóma í teltinum kl. 13.30, kl. 15.40 syngur Herborg Torkilsdóttir, kl. 16.30 Tinganest og kl. 19 Hallur Joensen.
Klokkan 21 verður felagssangur
Várdagar
Hetta komandi vikuskifti verður annars lagt til brots við Várdøgum í Nes kommunu, sum verða hildnir alla vikuna upp til Bátafestivalin.
Skráin sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu
(Yvirskrift og tekstur rættaður kl. 11.38)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald