2018-08-31 08:40
Ein bátur fekk í gjár trupulleikar, tá hann var farin eftir havhestum. Á veg heimaftur av veiðu, fekk báturin motortrupulleikar og steðgaði upp.
Báturin ringdi eftir hjálp og MRCC sendi Rescue Lív eftir bátinum.
- Tað var ein smábátur, sum steðgaði upp og hevði tørv á hjálp. Rescue Lív varð sendur avstað at sleipa bátin væl og tað gekk alt sum tað skuldi, verður sagt av MRCC støðini.
Báturin lá út fyri Mjóvanesi og var sleipaður á Argir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald