Síðani klokkan 13 hava umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkinum sitið í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag, sum Løgtingið leigar seg inn í, og har nógv fundarhøli eru.
Sí eisini: Nú skulu øll uppí samráðingarnar
Talan er um tey 22, sum vórðu vald inn fyri hesar flokkarnar, umframt Anna Falkenberg. Hon er næstforkvinna í Sambandsflokkinum og fólkatingsumboð fyri flokkin.
Arbeitt hevur verið í fýra ymiskum bólkum: Almanna og heilsumál, Orka og umhvørvi, skúla og mentamál hava verið á breddanum.
Umframt hetta hevur ein bólkur arbeitt yvirskipað - og millum annað hugt uppá haldføri og tjóðarsemjuna. Í hesum síðstnevnda bólkinum eru formenninir - Aksel V. Johannesen, Bárður Steig á Nielsen og Beinir Johannesen - umframt millum annað Anna Falkenberg og Ben Arabo.
Beinir Johannesen er í løtuni tann einasti, ið hevur almennar útsagnir.
Samráðingarleiðarin staðfestir fyri FM1 og Portalinum, at hann er uppaftur meira bjartskygdir uppá semju eftir fyrstu samráðingartímarnar. Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur, at man er farin undir sjálvt samgonguskjalið
Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen her
Ætlanin er at samráðast eina løtu afturat. Eftir hvíld byrja teir tríggir flokkarnir aftur fyrrapartin í morgin, týsdagin. Enn vanta veruligar samráðingar um stóru knútapunktini - og um málsøkjabýti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald