Mentan

Beinir við nýggjari útgávu

Seinastu tvey árini hevur Beinir skrivað løg við útgávu fyri eygað, og nú er ”World Out There” tøk. Nú bíðar ein konsertferð í Danmark

Beinir Troest

Beinir Troest

2021-05-28 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru meiri enn 10 ár síðan, Beinir sum smádrongur fyrstu ferð trein inn á føroyska tónleikapallin. Sum 13 ára gamal gav hann solo-fløguna ”Kom við” út, har kendasta lagið var Sápubløðran. Nú er Beinir aftur klárur við eini útgávu, og í dag - 28. mai - er EP’in ”World Out There” á marknaðinum.

Seinastu 2 árini hevur Beinir skrivað løg við útgávu fyri eygað, og fyrsta úrslitið er ”World Out There”, sum er givin út á øllum talgildum pallum. Esben Svane hevur framleitt EP’ina, og tvey av løgunum eru gjørd í samstarvi við Hans Marius Ziska. Við í bólkinum hjá Beinir eru Bárður Petersen, Benjamin Djurhuus, Jákup Tórgarð og Fríði Bjarkhamar, sum allir hava havt stóran leiklut í tilgongdini.

Sambært Beinir hava øll seks løg á útgávuni sínar serstøku dygdir. Flestu løgini eru orkumikil við skiftandi rútmum, meðan tekstirnir snúgva seg um aktuellar og grundleggjandi persónligar spurningar og søgur í hansara lívi.   

Í januar í ár luttók Beinir á útgávu hjá donsku songkvinnuni Dopha, har tey syngja duett á lagnum ”I’m Not Crying, You Are”. Lagið hevur ligið - og liggur framvegis - ovast á listanum hjá The Voice Radio í Danmark og var eisini ”Single of The Week” á RTL Radio í Týsklandi. Hetta hevur verið góður brellbiti fyri BEINIR, nú EP’in ”World Out There” er úti.

Í dag byrjar eisini tríggjar viku langa konsertferðin hjá Dopha í Danmark, har Beinir hitar upp. Hann fer at spæla nøkur av løgunum á nýggju útgávuni. Á 14 av konsertunum spælir hann einsamallur, men á seinastu konsertini í Store Vega í Keypmannahavn 18. juni, hevur hann bólkin við sær á pallin. Eisini spælir Beinir sína egnu konsert við bólkinum á kenda spælistaðnum Pumpehuset 17. juni. 

Beinir sigur seg vóna, at føroyska tónleikasummarið fer at ganga sum tað plagdi áðrenn koronu, og at hann og bólkurin sleppa at framføra nýggju løgini fyri føroyskum áhoyrarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder