- Føroyar skal vera fyri øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tá má bera til at liva av einari vanligari løn, sigur Beinta Løwe, sum stillar upp fyri Tjóðveldi.
Hesum boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi í kvøld.
Tað gongur sera væl í Føroyum, og seinastu árini eru vit sum samfelag blivin fleiri, ríkari og fjølbroyttari. Og tann vælferðin skal merkjast hjá tí vanliga fólkinum. Tí Føroyar má vera eitt stað, har tað ber til at liva av tínari løn – um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur ella flakakvinna. Øll fólk skulu merkja, at tað gongur væl í Føroyum, sigur Beinta Løwe.
- Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, fyri at gera mun fyri vanlig fólk, sigur Beinta Løwe.
Norðoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Beintu Løwe upp til løgtingsvalið komandi. Beinta Løwe er úr Klaksvík, er 44 ára gomul, útbúgvin journalistur og er undirvísari og fríyrkisjournalistur.
Seinastu nógvu árini hevur hon arbeitt í Kringvarpi Føroya sum millum annað vertur í Degi & viku og í valsendingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald