Innanlands

Benedikt Jónsson verður nýggjur íslendskur aðalkonsul í Føroyum

Flytir til Havnar úr embætinum sum sendiharri í Keypmannahavn

2019-08-01 15:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska uttanríkisráðharri boðar í dag frá, at nýggi aðalkonsul Íslands í Føroyum verður 65 ára gamli Benedikt Jónsson, sum higartil hevur røkt embæti sum sendiharri Íslands í Keypmannahavn.

Hann kemur til Føroya at avloysa Pétur Gunnar Thorsteinsson, sum nú skal starvast í Uttanríkisráðnum.

Setanin av nýggjum aðalkonsuli í Føroyum er liður í eini størri umskipan í íslendsku uttanríkistænastuni. Nýggjur sendiharri í Keypmannahavn verður Helga Hauksdóttir. Við umskipanini verða kvinnurnar í meiriluta sum leiðarar fyri sendistovunum kring heimin, vísir uttanríkisráðið á.

Nýggi generalkonsulin í Føroyum hevur drúgvar royndir innan íslendsku uttanríkistænastuna, har hann hevur starvast síðan fyrst í áttatiárunum. Hann hevur umboðað land sítt í Moskva, Paris, ST, London og Keypmannahavn umframt uppgávur heima í Reykjavík.

Benedikt Jónsson er giftur Aðalheiði Óskarsdóttir og tey eiga fýra børn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder