2018-08-03 20:28
- Nú hoppar hjarta øvugtan veg, segði ein málleysur Benny Nielsen tá hjólið endaði á gula leypinum í fyrstu royndini. Benny Nielsen hevði sett allan peningin í sama leyp og vann tí alla upphæddina.
- Eg eri málleysur, segði ein ógvuliga rørdur vinnari og róp hoyrdist aftanfyri frá einari glaðari konu. Hjúnini búgva í Hoyvík.
Gekkurin var komin heilt uppá 3,4 milliónir, men í næstu viku byrjar Gekkurin aftur á 100.000 krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald