Sunnudagin 25. apríl verður árliga flaggdagshaldið hjá Havnar Hornorkestri í Havn. Røðari í ár er Bergtóra Høgnadóttir, skrivar Hornorkestrið í tíðindaskrivi.
Bergtóra Høgandóttir er Havnakvinna – hon hevur búð í Havn, á Argjum og í Hoyvík. Eisini hevur hon buð í Keypmannahavn í 10 ár.
Fyrstu arbeiðsroyndir hennara vóru sum gøtusópari í Havn, og eisini arbeiddi hon sum ung á Kondittaríðnum og vaskaði á Landssjúkrahúsinum. Seinastu árini hevur hon verið HR-leiðari hjá SEV, og stundum heldur hon fyrilestrar um eitt nú trivna og arbeiðsgleði.
Bergtóra er útbúgvin sosialráðgevi og hevur eina master í postivari sálarfrøði. Hon er 50 ár og eigur vaksnar tvíburardøtur.
Flaggdagshald varð hildið í Havn í 1941 og 1942, men so var steðgur í nøkur ár,
áðrenn Havnar Hornorkestur aftur byrjaði síni flaggdagshald í 1947. Hornorkestrið hevur síðani skipað fyri flagghaldi í høvuðsstaðnum á hvørjum ári.
Flaggdagshaldið í ár verður klokkan 15 á Vaglinum. Áðrenn flaggdagshaldið gongur hornorkestrið saman við skótunum oman á Vaglið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald