Tað var ein langur og dramatiskur dagur í Løgtinginum í gjár, sum endaði við at ein stórur meiriluti atkvøddi fyri, at við lóg tryggja undantøk, so at Sjúkrahúsverkið kann koyra nøkurlunda, og so "lív og heilsa ikki er í vága".
Hetta hevði millum annað við sær, at nógv fakfeløg, harímillum tey heilt stóru, eru í samhugaverkfall nú. Hetta fyri at mótmæla framferðarháttin og at tað politiskt verður lagt uppí eitt verkfall.
Les eisini:
Ein rúgva av fakfeløgum í samhugaverkfall
Løgmaður: Støðan er lívshættislig
Sjúkrarøktarfrøðingar tvungnir aftur til arbeiðis
Hendan samgongan átti at lagt frá sær
Trýst var á landsstýrinum og samgonguni, sum eisini fekk harðar atfinningar frá nógvum samgongulimum. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vóru sterkt ímóti. Orð sum ábyrgdarloysi og at gera mun á fólki vóru ofta at hoyra. Jørgen Niclasen helt fyri, at samgongan átti at lagt frá sær orsakað av handfaringini. Til 3. viðgerð tók Jenis av Rana orðið sum tann einasti. Formaðurin í Miðflokkinum heitti inniliga á løgmann um at taka uppskotið aftur, tí tað bert fór at gera støðuna verri sum frá líður.
Hetta hendi ikki, og eins og við 2. viðgerð vóru 19 av teimum 26 í tingsalinum fyri, tá endaliga avgerðin fall. Teir fýra Fólkaflokstinglimirnir í salinum atkvøddu ímóti. Tað gjørdu Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, umframt Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum eisini.
Atkvøðugreiðslan (Mynd: Sverri Egholm)
Erhard Joensen, ið var framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Umboð fyri Sambandsflokkinum undraðust á, hví tað var komið her til, men undir orðaskiftinum varð eisini víst á, at tað helst var neyðugt at gera nakað. Kaj Leo Holm Johannesen var mest atfinningarsamur. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum helt ikki, at framferðarhátturin var rættur og trýsti eisini á nei-knøttin tvær ferðir:
- Vit leingja verkafallið við at leggja uppí, tí trýsti eg á nei knøttin í dag.
Soleiðis skrivaði tinglimurin í Sambandsflokkinum á Facebook í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald