Í farna mánað bórust tíðindini um, at amerikanski forsetin, Joe Biden ynskti at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, og nú boðar Biden frá, at ein fundur væntandi verður í juni.
Fundurin verður eftir ætlan, meðan amerikanski forsetin er á rundferð í Evropa. Hetta verður fyrsta Evropaferðin hjá Biden, síðan hann gjørdist forseti.
Biden fer m.a. at luttaka á G7-toppfundi í eingilska býnum Cornwall í døgunum 11. til 13. juni. Síðani fer hann til belgiska høvuðsstaðin Brússel at hitta ES-leiðarar og luttaka á Nato-toppfundi 14. juni.
Embætisfólk í bæði USA og Russlandi arbeiða í løtuni við at fáa fundin millum Biden og Putin í lag. Fundurin verður hvørki í USA ella Russlandi men í einum triðja landi. Sambært Ritzau hevur finnski forsetin, Sauli Niinisto skotið upp, at fundurin kann vera í Finnlandi, og Eysturríki hevur eisini víst áhuga í at verða vertur.
Tá fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump hitti Putin í juli 2018, gekk tað eisini fyri seg í Finnlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald