Uttanlands

Biden lovar at verja Ukreina móti Russlandi

Joe Biden og Vladimir Putin hittast á fundi í Genève í morgin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-15 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nato-toppfundur var í Brússel í gjár við luttøku av amerikanska forsetanum, Joe Biden, og øðrum vesturlendskum statsleiðarum.

Á einum tíðindafundi segði Biden forseti, at hann ætlar sær at vísa russiska forsetanum, Vladimir Putin, á hvar mørkini ganga, tá teir báðir í morgin hittast á fundi í Genève, skrivar Ritzau.

Biden leggur tó dent á, at USA ikki leitar eftir ósemjum við Russland, men at landið ætlar sær at svara aftur, um Russland heldur fram við sínum skaðiliga virksemi – eitt nú at blanda seg í amerikanska forsetavalið.

Hann nevndi eisini, at USA er til reiðar at hjálpa Ukreina við at verja sítt sjálvræði mótvegis Russlandi, um “russiski ágangurin” heldur fram.

Hóast hørð orð, so leggur amerikanski forsetin upp til samstarv við russiska starvsbróður sín.

- Eg fari at gera Putin forseta greitt, at tað eru økir, har vit kunnu samstarva, segði Biden og legði afturat, at hann vónar at Putin er áhugaður í at ‘broyta myndina, sum heimurin hevur av honum”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder