placeholder
Uttanlands

Biden og Putin á telefonfundi

Russiski forsetin og amerikanski forsetin tosaðu í gjár saman í ein tíma um støðuna viðvíkjandi Ukraina

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2022-02-13 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár tosaði amerikanska forsetin, Joe Biden við russiska forsetan Vladimir Putin fyri at royna at finna eina loysn á støðuna viðvíkjandi Ukraina.

Teir báðir tosaðu saman í telefon í ein góðan tíma seinnapartin í gjár, men sambært Ritzau verður ikki nógv annað upplýst um samrøðuna.

Sambært amerikanska miðlinum CNN ávaraði Biden Putin um, at USA og teirra sameindu fóru at svara aftur, og fór tað at fáa avleiðingar, um Russland gjørdi av at gera innrás í Ukraina.

Stutt áðrenn samrøðuna millum Biden og Putin, tosaði Putin eisini í telefon við franska forsetan, Emmanuel Macron fyri at finna eina loysn. Áðrenn høvdu uttanríkis- og verjumálaráðharrarnar úr USA og Russlandi eisini verið í sambandi við hvønnannan.

Russland hevur sett yvir 100.000 herfólk við markið til Ukraina, og í vesturheiminum verður stúrt fyri russiskari innrás. Russland hevur tó víst aftur, at talan skuldi vera um slíkar ætlanir. Í Russlandi royna tey at fáa Nato at geva trygd fyri, at Ukraina ikki fer uppí Nato.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder