Uttanlands

Biden og Putin skulu á nýggjan fund

Russiski forsetin og amerikanski forsetin fara eftir ætlan at hava enn ein fund um Ukraina – Nær hetta verður, er ógreitt, men uttanríkismálaráðharrar úr báðum londum fara at gera eina skrá fyri fundin í vikuni

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-02-21 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Líkt er til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Joe Biden, fara at hittast til enn ein fund fyri at finna eina loysn í stríðnum um Ukraina.

Franski forsetin, Emmanuel Macron tosaði tvær ferðir við Putin í gjár, og úr Fraklandi verður eisini upplýst, at Joe Biden hevur játtað at hitta Putin, treytað av, at Russland ikki ger innrás í Ukraina.

– Vit eru altíð til reiðar til diplomati. Vit eru eisini til reiðar við skjótum og álvarsomum avleiðingum, um Russland í staðin velur kríggj, verður sagt í fráboðan úr Hvítu Húsunum.

Lagt verður afturat, at Russland í núverandi støðu sær út til at fyrireika eitt stórt álop á Ukraina. Skrivstovan hjá russiska forsetanum er ikki komin við viðmerkingum til hesa útsøgnina, skrivar Ritzau.

Hósdagin 24. februar fara amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Anthony Blinken, og russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov at gera eina dagsskrá fyri fundin. Úr Fraklandi verður eisini sagt, at franski forsetin, Emmanuel Macron fer at geva sítt ískoyti til samráðingarnar.

Júst nær ætlaði fundurin millum Biden og Putin verður, verður ikki upplýst. Teir báðir hava annars verið á fleiri talgildum fundum og havt fleiri telefonsamrøður um Ukraina síðan desember. Higartil er tó einki stórvegis komið burturúr hesum samrøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder