Uttanlands

Bill Cosby í fongsul fyri neyðtøku

Cosby hevur fingið trý til tíggju ára fongsulsrevsing fyri at hava doyvt og misnýtt eina kvinnu kynsliga fleiri ferðir í 2004

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-09-26 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

81 ára gamli skemtarin og sjónleikarin Bill Cosby, m.a. kendur fyri "The Cosby Show", hevur fingið trý til tíggju ár í fongsul fyri at hava doyvt og misnýtt eina kvinnu kynsliga fleiri ferðir í 2004.

Tað hevur ein dómsstólur í amerikanska statinum Pennsylvania avgjørt, sambært fleiri altjóða miðlum.

Harafturat skal Bill Cosby skrásetast í yvirliti yvir dømdar sexbrotsmenn, so skúlar og nábúgvar kunnu síggja, at ein, ið hevur framt kynslig brotsverk býr í økinum.

Eisini skal hann fáa hjálp frá sálarfrøðingi restina av lívinum.

Cosby hevur noktað seg sekan, og verjin hjá honum ætlar, sambært CNN, at kæra dómin.

Í apríl varð hann funnin sekur í at hava neyðtikið Andrea Constand, eina kvinnu, sum hann sambært ákærunum hevði doyvt og misnýtt í sínum heimi í 2004, og í gjár fall endaligi dómurin.

Ákærin kravdi fimm til tíggju ára fongsulsrevsing.

Verjin helt, at Cosby, vegna høgan aldur og blindni, kundi sleppa at sita dómin í húsavarðhaldi í staðin fyri í einum vanligum fongsli, men hesum tók dómarin ikki undir við.

Síðan hann varð funnin sekur í vár hevur Bill Cosby nevniliga sitið í húsavarðhaldi í heimi sínum í Cheltenham, Pennsylvania.

Fleiri enn 60 kvinnur hava ákært Cosby fyri at hava misnýtt tær kynsliga, og fleiri av teimum fylgdu við í rættinum í gjár, men ákæran hjá Andrea Constand er tann einasta, ið endaði í rættinum, tí at hinar ákærurnar vóru løgfrøðiliga fyrnaðar.

Bill Cosby er tann fyrsti kendi persónurin, sum er dømdur fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk, síðani MeToo-bylgjan fór at herja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder