Innanlands

Bilur gleið í hálkuni

Beint eftir klokkan 16 var eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Sund og Sandvíkarhjalla

2024-11-19 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lang bilrøð er á landsvegnum millum Sund og Sandvíkarhjalla í løtuni orsakað av einum ferðsluóhappi.

Talan er um eitt hálkuóhapp, har ein bilur gleið inn í annan bil.

Óhappið varð fráboðað beint eftir klokkan 16, og sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið.

Sum skilst er eingin fólkaskaði, men annar bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.

Langa bilrøðin er niðan til rundkoyringina á Hvítanesi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder