Innanlands

Bilur illa skøvaður í Klaksvík

Eigarin sóknast eftir eygnavitnum

Mynd: Anker Hansen

Mynd: Anker Hansen

2018-08-10 13:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað var ein keðilig sjón, sum møtti Anker Hansen, tá hann týsdagin kom heim úr longri feriu. Onkur hevði gjørt seg inn á hansara og ein annan bil í Klaksvík.

- Ikki er tað stuttligt at koma heim frá einari góðari feriu og síggja tað, at onkur hevur smildrað mær bilin sundur og ein annan bil sum stóð frammanfyri, og bara rýma frá staðnum. Ikki er tað pent gjørt, skrivar Anker Hansen á Facebook.

Anker fortelur, at hann hevur verið úti og ferðast í tríggjar vikur, men at hann veit at hetta hendi mánakvøldið. Bilurin er illa skøvaður, og eina speglið er brotið.

(Mynd: Anker Hansen)

Seinastu vikurnar er fleiri ferðir komið fyri, at fólk runt landið hava gjørt seg inn á bilar.

Anker Hansen sóknast nú eftir fólki sum hava sæð tilburðin og heitir á fólk um at seta seg í samband við seg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder