Innanlands

Bilur koppaði á Kaldbaksvegnum

Eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-05 20:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um fimm-tíðini seinnapartin fekk løgreglan boð um, at ein bilur var koppaður á síðuna á Kaldbaksvegnum.

Hvørki førarin ella nakar annar fekk skaða. Ein lækni var í ein av teimum fyrstu bilunum, sum komu á staðið, og hann fekk gjørt eina góða meting um heilsustøðuna hjá føraranum, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

Vakthavandi leggur afturat, at tað annars hevur verið stak friðarligt bæði í dag og í nátt, hóast fleiri tiltøk hava verið, m.o. Ovastevna í Nólsoy.

Tó bleiv ein bilførari tikin í nátt, tá løgreglan var úti og gjørdi ferðmátingar millum Fjarða.

Viðkomandi koyrdi 109 km/t, hóast tað bert var loyvt at koyra 80. Viðkomandi varð revsaður við bót og klippi í koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder